Ungdómarnir á Jagtvej 69 útgeva kalendara

Aktivistarnir frá niðurrivna ungdómshúsinum á Jagtvej 69 í Keypmannahavn hava gjørt ein kalendara fyri at kunna gjalda allar bøturnar, sum tey fingu í ?krígnum? fyrr í ár Myndirnar í kalendarunum eru í stóran mun tiknar í ymsum útlondum, og hava tað í felag, at ?Jagtvej?-gøtuskeltið er við á myndunum.

Ein av stigtakarunum til kalendaran, Martin Drange, sigur við Ekstrablaðið, at við hesum er boðskapurin hjá BZ?arunum í Keypmannahavn farin kring allan knøttin.

Kalendarin hevur ongan av vanligu merkisdøgunum við, men ístaðin hava ymsir merkisdagar í søguni hjá Bz?arunum fingið innivist.

Tað hevur verið tógvið stríð at fáa kalendaran á gøtuna, men nú er hann so komin, og hann kann m.a. keypast á www.modkraft.dk. Hann kostar (sjálvandi) 69 kr. og peningurin er oyramerktur til bøturnar, sum ungdómarnir fingu fyrr í ár.