Ungdómshúsið hevur fingið dygga undirtøku

- Síðani vit lótu upp, hevur diskotek verið tvær ferðir, og hetta hevur teimum ungu dámað sera væl. Í framtíðini er ætlanin at skipa fyri fleiri tiltøkum, eitt nú ymiskum fyrilestrum og tónleikatiltøkum, sigur leiðarin, Jónleif Gerðisá

UNGDÓMUR

Ungdómshúsið á Toftum læt upp hin 2. mars í ár. Síðani húsið læt upp, hevur tað verið væl vitjað av ungdómi, bæði úr Runavíkar kommunu og Nes kommunu. Limatalið er longu komið upp á 86, og undirtøkan hevur ligið um 25-60 ung hvørt kvøld.
Tað er Tofta/Rituvíkar Blákross felag, ið hevur tikið stig til at seta Ungdómshúsið á stovn. Ætlanin hevði verið í umbúna í eina tíð, tí tørvurin tóktist vera stórur fyri einum góðum tilboði til tey ungu í kommununum báðum.
Ungdómshúsið heldur til í gamla Føroya Banka-bygninginum á Toftum, sum varð bygdur í 1989.
- Húsið, sum stendur væl fyri í bygdini, er snotuligt og væl egnað til ungdómin.
Tað sigur Jónleif Gerðisá, sum leiðari í Ungdómshúsinum.
Formaðurin fyri Ungdómshúsið er Alfred Olsen.

Rúsfrítt umhvørvi
Jónleif sigur, at frá byrjan av hevur visjónin fyri Ungdómshúsið verið, at tey ungu skulu kunnu hava tað gott í einum mennandi og rúsfríum umhvørvi.
- Ungdómshúsið hevur nógv at bjóða teimum ungu. Vit hava eina rúgvu av ymiskum borðspølum, sum tey ungu kunnu hugna sær við. Her er dart, bob og borðtennis væl umtókt. Eisini fara nógvir tímar við at spæla teldu, og tey vælumtóktu play station og Wii.
Leiðarin vísir á, at í Ungdómshúsinum er eisini eitt tónleikarúm, har serliga dreingjunum dámar væl at spæla og halda til.
- Í tónleikarúminum eru trummur, guittarar og klaver. Sigast kann, at tað hvørt kvøld er lív í, og teimum ungu dámar sera væl at lurta eftir tónleiki, meðan tey hugna sær við teimum møguleikunum, sum húsið hevur at bjóða.
Jónleif Gerðisá sigur, at tey ungu halda tað vera “cool” at koma í Ungdómshúsið.
- Síðani vit lótu upp, hevur diskotek verið tvær ferðir, og hetta hevur teimum ungu dámað sera væl. Í framtíðini er ætlanin at skipa fyri fleiri tiltøkum, eitt nú ymiskum fyrilestrum og tónleikatiltøkum, sigur leiðarin.

Karaoke og festivalur
Jónleif Gerðisá veit at siga, at leygarkvøldið komandi, tá bátafestivalur eisini er á Toftum, er ætlanin at hava kafé kvøld, har tey ungu kunnu koma inn at hugna sær.
- Tá fara vit eitt nú at skipa fyri karaoke og eisini fara tónleikaframførslur at verða, leggur leiðarin aftrat.
Ungdómshúsið á Toftum er opið fimm kvøld um vikuna:
Týskvøld klokkan 18–22 (ung úr 6. flokki til 18 ár)
Mikukvøld klokkan 18– 22 (ung úr 6.flokki til 18 ár)
Hóskvøld klokkan 18– 22 (ung úr 6. flokki til 18 ár)
Fríggjakvøld klokkan 21– 22 (ung 13–18 ár. )
Leygarkvøld klokkan 21– 02 (ung 13 – 18 ár)