Í døgunum 24. til 27. mars kann atkvøðast fyri teimum valevnum, sum hava stillað upp til ungdómsráðið í Tórshavnar kommunu.
Íalt eru 2.700 atkvøðuseðlar sendir út, og hesir atkvøðuseðlar innihalda loyniorð, sum skal nýtast, tá atkvøtt verður.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentunarnevndini, var gestur í Rásarúminum hjá Rás2 í dag. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Helena segði um ungdómsráðið.