Tá ið val er, royna allir politiskir flokkar at tekkjast veljarunum, og kanska verður serligur dentur lagdur á at náa teimum, ið velja fyrstu ferð, tað vil siga ungdóminum. Politikarin í slipsi og klædningi er tann, ið tey ungu líta mest á, uttan mun til hvønn flokk hesin hoyrir til. Mest yvirbevísandi, mest sakligur, mest vitandi og mest trúverdigur.
www.demokratia.fo skrivar, at valgranskarin Toril Aalberg frá NTNU og professarin Anders Todal Jenssen hava gjørt eina størri kanning av fyrstuferðveljarum til stórtingsval í Noreg. Ein partur av kanningini snúði seg um kyn og boðskap.
Hetta var gjørt soleiðis, at mannligir og kvinnuligir sjónleikarar fingu 5 ymiskar politiskar identitetir, fimm uppfunnin nøvn og vórðu søgd at hoyra til 5 ymiskar flokkar. Tey hildu 5 ymiskar røður, ið allar fyrr hava verið hildnar av veruligum politikarum, og var hetta filmað, so tað sá út sum tey stóðu á talarastólinum í Stórtinginum. Røðurnar vóru tær somu hjá kvinnuligu og mannligu politikarunum.
Yvir 400 næmingar í elstu flokkunum á miðnámsskúlunum í Tróndheimsøkinum luttóku í kanningini. Hvør skúlaflokkur sá eitt av innsløgunum, og skuldu teir síðan svara einum spurnarblaðið um, hvat tey hildu um talurnar og talaran.
Úrslitið vísti greitt, at mannligu politikarnir vóru best umtóktir uttan mun til hvønn flokk teir hoyrdu til. Tó vísti kanningin, at tað serliga eru dreingirnir, ið lata sína fatan stýra av kyni. Genturnar hava meira hug at hyggja at ørðum tingum, sosum innihald heldur enn kyn, tá ið tær skulu meta um hvør politikari er best.