Ungt skald uttan reglur

- Bestu yrkingarnar og søgurnar hava lyndi til at koma fram, tá eg gangi við posti. Nógv av tilfarinum á útgávuni er eisini gjørt á onkrari postrutu, tí tá havi eg góða tíð at hugsa og spæla við orðini í høvdinum. Tað sigur 22 ára gamli Trygvi Danielsen, ið hevur fingið heiðurslønina Ungt Listafólk 2013, sum er á 50.000 krónur

- Tey hava givið 50.000 krónur til ein ungan drong, sum ongantíð hevur átt reyvina í sær sjálvum. Men eg ætli mær at vera skilagóður og brúka pengarnar í sambandi við mína list, sigur Trygvi Danielsen.

Á stórfingnari hátíðarløtu í Pakkhúsinum í Vági mikukvøldið blivu Mentanarvirðislønir Landsins lætnar. Hetta kvøldið fekk 22 ára gamli havnarmaðurin, sum er útbúgvin støddfrøðiligur studentur, handað heiðurslønina Ungt Listafólk 2013, og við henni fylgir ein upphædd á 50.000 krónur.

Trygvi dylir á ongan hátt fyri, at hann er serstakliga glaður at hava fingið virðislønina.

- Onkuntíð havi eg tíðarskeið, har alt ikki gongur, sum eg kundi hugsað mær, og tá blívi eg ógvuliga kritiskur um alt tað, eg skrivi. Tað var einum slíkum tíðarskeiði, eg júst var um at koma burturúr, tá eg fyri nøkrum vikum síðani fekk at vita, at eg var valdur av vera ársins Unga Listafólk 2013. Heiðurin gevur mær eina kenslu av, at tað, sum eg geri, er nóg gott. Og tað besta er, at líka síðani havi eg fingið nógv fleiri hugskot til ymsar yrkingar og stuttsøgur, so jú, virðislønin hevur longu nú havt stóran týdning, sigur Trygvi, sum umframt at skriva arbeiðir sum postboð í Havn. Hesum ætlar hann sær at halda fram við næstu tíðina.

- Eg føli ikki, at eg hevði fingið meira burturúr við at farið á skúlabonk aftur. Tað, sum eg takist við nú, sum er at skriva og ganga við posti, gevur lívinum meining. Í hvussu so er, hevði tað ikki givið meining at rýmt frá tí nú, sigur Trygvi.




Ikki persónligt
Heiðurin at vera Ungt Listafólk 2013 hevur Trygvi fingið fyri útgávuna The Absent Silver King við undirheitinum Poems, short-stories and music. Talan er um eitt yrkinga- og stuttsøgusavn, sum eisini inniheldur eina fløgu og eina LP. Tónleikin hevur Trygvi gjørt saman við bólki sínum.

Arbeiðið at gera hesa serstøku útgávuna byrjaði fyri tveimum árum síðani.

- Tá eg í dag standi við útgávuni í hondini, síggi eg eina langa prosess við upp- og niðurtúrum, men eg síggi eisini eitt tíðarskeið, sum hevur verið ógvuliga læruríktfyri meg. Bæði persónliga og listarliga, fortelur Trygvi, sum sjálvur sigur seg vera ein introvertan persón, sum hugsar nógv og er samansettur av nógvum kenslum. Tó er tað ikki nakað, sum sambært Trygva sjálvum sæst beinleiðis aftur í hansara verkum.

- Hvørki yrkingarnar ella stuttsøgurnar, eg geri, eru serliga persónligar, men meira abstraktar. Eg haldi eina ávísa frástøðu, tá eg skrivi, júst tí at eg ikki ynski, at tað skal blíva ov persónligt. Føroyar eru ov lítlar til, at ein sum eg kann skriva um fólkini, eg kenni, og tað er til tíðir irriterandi, tí veruleikin er ofta ein nógv betri søga enn tann, eg kann finna uppá, greiðir Trygvi frá.



Altíð gjørt søgur
Hóast sín unga aldur hevur Trygvi fingist við at skriva í nógv ár, tí áhugin fyri bæði at lesa og skriva hevur altíð verið til staðar. Eisini hugflogið.

- Foreldur míni plagdu at lesa søgur fyri mær, tá eg var heilt lítil, og eg minnist, at eg livdi meg so nógv inn í hesar søgurnar, at eg ofta hevði torført við at sovna. Eg minnist eisini, at eg gjørdi teknirøðir, áðrenn eg dugdi at skriva, fortelur Trygvi og heldur skemtiliga fyri, at hann plagdi at gera ljóð til teknirøðirnar og minnist, hvussu hann stríddist við at skriva eyðkennissangin til Batman til eina teknirøð, hóast hann ikki dugdi at stava.

Áhugin fyri orðum og samansetingini av teimum bleiv ikki minni, eldri Trygvi bleiv, og longu sum 13 ára gamal fór hann av álvara at gera yrkingar og skriva stuttsøgur.

- Tað er rættiliga løgi, tá eg í dag seta meg at lesa okkurt av tí, sum eg havi gjørt fyrr, tí tað virkar alt so kámt. Ofta tá eg lesi onkra gamla yrking, minnist eg ikki ordiliga, hvat tað er, eg havi hugsað, og hvussu eg havi havt tað hasa tíðina, yrkingin bleiv gjørd, sigur Trygvi.

Hann vísir á, at hann longu sum heilt ungur plagdi at hugsa um yrkingar og søgur, og tí hevur hann líka síðani altíð gingið við einum penni og pappíri uppi á sær.

- Tað er løgið við hesum yrkingunum. Orðini og setningarnir kunnu brádliga koma til mín, og eg havi langt síðani funnið útav, at skrivar mann ikki tey tingini niður, fara tey beinanvegin. Tí royni eg altíð at hava okkurt at skriva við og eitt pappír við mær, tá eg eri úti, fortelur Trygvi.

Spurdur, hví honum dámar so væl at skriva, hugsar hann seg væl um, áðrenn hann svarar.

- Hatta er nakað, eg havi hugsað rættiliga nógv um. Eg haldi, at eg merki ein spenning, tá eg skrivi. Eg kenni meg livandi og hugsi ikki um nakað annað tá, sigur Trygvi og avdúkar í sama viðfangi, at tað til tíðir er trupult fyri seg at seta seg niður at skriva.

- Eg havi sum heild rættiliga torført við at hugsavna meg um okkurt ávíst í langa tíð. So skjótt sum tað ikki gongur so væl við at skriva, missi eg áhugan og gevist. So geri eg heldur okkurt annað. Men tíbetur eru eisini dagar, har tað gongur væl, og eg geri í rætta huglagnum til at skriva, og tá kann eg sita í eini fýra til fimm tímar og spæla við orð og setningar, sigur Trygvi.



Ongar reglur
Nakað, sum eyðkennir skrivistílin hjá unga listamanninum, er, at hansara stílur ikki kann bólkast í ein ávísan stíl innan yrkinga- og stuttsøguheimin.

- Eg hugsi als ikki um, hvussu eg eigi at gera, hvørki tá eg skrivi stuttsøgur ella geri yrkingar. Eg tími ikki at binda meg til nakað ávíst, og eg havi eisini fingið rættiliga nógvar viðmerkingar um, at verkini, eg havi gjørt, bróta reglurnar. Men orsøkin er, at eg havi ongar reglur, sum eg haldi meg til, greiðir Trygvi frá.

Um hann ikki hevur nakrar ávísar reglur, sum hann heldur seg til, tá hann skrivar, so hevur Trygvi ávísar fyrimyndir, sum hann í ein ávísan mun fær íblástur frá.

- Tveir rithøvundar, sum mær dámar væl, eru Tóroddur Poulsen og Jóanes Nielsen, og tá eg havi tíðarskeið, har eg lesi nógv hjá teimum, rokni eg við, at eg ótilvitað fái íblástur úr teirra verkum, sigur Trygvi, sum hevur sína egnu fatan av, hvussu tú sum rithøvundur kanst skapa eitt gott verk.

- Eg haldi, at tú skalt tú at eygleiða fyri at gera góð verk. Tú kanst til dømis ikki fortelja eina góða søgu, um tú ikki dugir at eygleiða smálutirnar og kompleksitetin, tí tað eru júst hesi tingini, sum gera eina søgu góða. Tann góða søgan skal so at siga kava undir yvirflatuna.




Trygvi um heiðurslønina:

- Eg hevði ongantíð trúð, at hetta fór at verða so stórt, og at so nógv fólk vóru áhugað í hesum. Men eg eri ordiliga glaður, tí heiðurslønin er ein framúr góður stuðul – bæði súmbolskt og praktiskt. Eg veit ikki, um tað er so týdningarmikið fyri meg, at øðrum fólkum dámar tað, sum eg geri, men eg merki, at tað er gott fyri meg. Við hesi heiðurslønini siga fólk, at eg eri okey, og tað ger meg glaðan.


Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sigur m.a. soleiðis um verkið:

- Við hesum hevur Trygvi Danielsen sett tekstir saman í eini skaldablanding, sum ikki hevur verið at sæð áður í føroyskum útgávum. Hetta er skaldskapur, ið einki leggur í, hvussu vit eru von at lesa skaldskap. Hetta er ungur skaldskapur, sum hevur skap, eins og nógvir tekstir hava á netinum, men hesir eru í bók. Alt hevur sína byrjan. Alt hevur sín uppruna, og hetta er byrjanin.