Tað hevur í ár ikki verið verri enn ilt hjá NSÍ, sum í morgin fyri síðstu ferð í ár spælir á heimavølli. Undan kappingarbyrjan var málið at sleppa undan niðurflyting og at samanspæla nýtt lið. Tað málið er væl og virðiliga rokið.
Kári Reynheim fer í morgin fyri seinastu ferð í ár at hava ábyrgdina á heimavølli, tá ið B36, sum Kári í fleiri ár umboðaði, fer at vitja við Løkin. Um Kári Reynheim aftur í 2013 verður oddamaður hevur enn einki verið at frætt um.
Felags fyri bæði NSÍ og B36 er, at tey hvørki kunnu røkka heiðursmerkjum ella verða rakt av niðurflyting.
Hjá B36 vóru Jákup á Borg og Heini í Skorini ikki tøkir í 4-3 sigrinum í Klaksvík. Símun Hansen er tøkur aftur eftir leikbann. Rasmus Dan Sørensen skoraði fyrsta málið í Klaksvík. Hann er ikki tøkur hesa ferð, tí hann er við U-19 landsliðnum í Estlandi. Tað eru Patrick Larsen og eykamálverjin Jákup Højgaard eisini.
Hjá NSÍ er sentrali miðvallarin Magnus Olsen leikbannaður í morgin. Ein annar sentralur miðvallari, Andras Frederiksberg, er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í 1-0 heimatapinum ímóti TB.
NSÍ - B36
Páll Augustinussen
leygardagin klokkan 16.00