Tomislav Sivic, KÍ venjarin, var ikki misnøgdur við tað, sum hansara menn høvdu víst í finaluni.
? Tit gjørdu tað, sum eg hevði vónað, at tit skuldi gera. Spell var tað, at eitt mistak skuldi kosta avgerandi málið, helt venjarin, sum segði seg vera serliga glaðan fyri, at ungu menninir ? Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Símun Joensen ? høvdu spælt so væl, sum teir gjørdu undir so vánaligum umstøðum og so stórum trýsti.
Harley Bertholdsen var ikki førur fyri at spæla. Hann var við síðstu løtuna, men nú roknar hann ikki við at vera tøkur tær næstu ferðirnar.
? Tað kom sera illa við hjá okkum, at Allan Joensen skuldi verða vøddaskaddur í síðsta spurtinum í upphitingini, men samstundis má eg siga, at Atli Danielsen stóð seg sera væl, tá hann noyddist á vøllin sum avloysari, helt veteranurin Harley Bertholdsen.
? Tað var harmuligt, at B36 fekk mál miðskeiðis í 2. hálvleiki. Eg haldi, at tað vóru onkrar ábendingar um, at teir vóru farnir at ótolnast. Longu í 1. hálvleiki skiftu Heðin, Jens Kristian og onkur annar um pláss. Tað plagar at vera tekin um, at man er ikki nøgdur. Um vit høvdu megnað at hildið tætt eina løtu afturat, so høvdu teir kanska verið eitt sindur óansnari í verjupartinum, og so er ilt at vita, hvat kundi spurst burturúr. Eingin ivi var um, at teir vóru eitt sindur betri skipaðir,enn vit vóru tað, men áðrenn teir fingu mál, høvdu teir ikki spælt seg til upplagdar møguleikar. Tað var torført hjá báðum pørtum, tí umstøðurnar vóru so vánaligar, at tað var illa fyri ikki at siga ikki spælandi, heldur Harley Bertholdsen, sum nú vónar, at avrikið í steypafinaluni kann brúkast til at fáa KÍ eitt sindur longri upp á støðutalvuni.
Næsta royndin hjá KÍ verður sunnudagin. Tá skulu teir á ovara vølli í Gundadali spæla ímóti HB. jh