Uppsøgnin kom úr bláum lofti

Leiðslan í HB er farin at leita eftir venjara fyri komandi kappingarár

 

Uppsøgn


Í blaðnum í gjár gjørdu vit burturúr vánaligu støðuni hjá HB. Nevndarformaðurin í Havnar Fótbóltur, Kaj Leo Johannesen, bedýraði, at teir høvdu ikki hugsað um at siga venjaranum upp. Blaðið var komið í onkrar leysasølur, men tað var so langt í frá komið til haldararnar, tá tað tíðliga mánakvøldið stóð á heimasíðuni hjá HB, sum uttan sammeting er besta føroyska fótbóltsheimasíðan, at nú hevði Ion Geolgau sagt upp.

Visti tú hetta, Kaj Leo Johannesen, tá tú segði okkum, at tit høvdu ikki hugsað um at siga venjaranum úr starvi?

? Nei. Ion segði upp mánadagin, og tað var ikki fyrrenn mánakvøldið, at vit tóku nýggju støðuna til viðgerðar, sigur Kaj Leo Johannesen, sum annars vísir til stjóran í felagnum, Steinfinn Mittelstein.

? Vit harmast um, at Ion hevur lagt frá sær. Umstøðurnar hjá honum hava verið ógvuliga truplar í ár. Vit ivast ikki um dygdirnar hjá honum. Úrslitini hava talað fyri seg, men í ár hevur tað ikki hepnast, og vit hava tikið til eftirtektar, at venjarin segði upp mánadagin, sigur Steinfinn Mittelstein.

Nevndin hevur heitt á Inga Rasmussen um at taka sær av venjingini tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

Verður hann eisini venjari komandi ár?

? Tað dugi eg ikk at siga. Sáttmálin hjá Ion var eisini galdandi fyri komandi ár, so tað er ein púra nýggj støða, sum hevur tikið seg upp aftaná at hann segði upp. Men vit arbeiða við komandi ári, sigur Steinfinn Mittelstein, sum leggur afturat, at í HB hava teir havt stóra virðing fyri nú fyrrverandi venjaranum.


Vónbrotið

Tað er kortini eingin loyna, at tað hava verið tey í HB, sum hava hildið, at tað var neyðugt at skifta venjaran út. Samstarvið hevði ikki borið í einum nýggjum ári, hevur verið mett.

Og á almennu heimasíðuni hevur tað ikki verið frítt, at tað í dystarumrøðunum hevur verið funnist at venjaranum og mátanum, sum hann hevur sett liðið uppá.

Er tað ikki óheppið?

? Eg haldi ikki, at tað skal leggjast meiri í tað, enn at tað eru nógvir ørkymlaðir HB arar, tí gongdin hevur verið so vánalig, sum ongantíð áður, heldur Steinfinn Mittelstein.