Uppskot um betri barsilsskipan vrakað

Arbeiðsmálaráðharrarnir í ES-londunum hava vrakað eitt uppskot um at lata kvinnum barsilsfarloyvi í 20 vikur við løn aftan á føðing. ES-tingið hevur samtykt uppskotið, men táðharrarnir vilja ikki vita av tí.

-Uppskotið fekk eina sera kaldliga móttøku, og næstan allir ráðharrarnir hildu, at tingið hevur tikið alt ov rívan til, sigur danski arbeiðsmálaráðharrin, Inger Støjberg, við DR.

Uppskotið hjá ES-tinginum gav eisini monnum rætt til barsilsfarloyvi í 14 dagar, men heldur ikki hesum vildu ráðharrarnir taka undir við.

Serliga Bretland og Týskland vóru ímóti uppskotunum, tí londini stúra fyri, at ein tílík skipan hevði verið alt ov dýr. Danmark var eisini ímóti við millum annað somu grundgeving.