Uppskotið hjá Rás 2 vrakað

Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð halda ikki, at verandi uppskot frá Rás 2 um samstarv, er ein gongd leið. Mentamálanevndin skal í staðin gera eitt nýtt útkast

Rás 2 fær ikki mánaðarstyrk á eina krónu fyri hvønn borgara, sum uppskotið til avtalu við býráðið í Havn leggir upp til. Hetta kom fram á fundinum mánakvøldið, tá umboð fyri Rás 2 vóru inni á teppinum hjá Mentamálanevndini og Fíggjarnevndini og greiddu frá útkastinum.

Samtykt varð á fundinum at beina málið aftur í Mentamálanevndina. Hendan skal so gera nakrar karmar, hvussu eitt møguligt samstarv kann síggja út. Tórshavnar býráð skal so á fundi 7. september taka støðu til, um hetta skal gerast fuglur ella fiskur.


Á jøvnum føti

Formaðurin í Mentamálanevndini Kaj Leo Johannesen hevur somu støðu í dag, eftir at hann hevur hoyrt grundgevingina fyri eini avtalu frá Rás 2 umboðunum.

­ Vit kunnu ikki fara inn og stuðla einum ávísum fjølmiðli, tí í mínari verð mugu øll hava somu treytir. Eg ivist heldur onga løtuna, at aðrir fjølmiðlar høvdu komið á býráðsfund, um hesir fingu 200 túsund krónur um árið, sigur Kaj Leo.

Formaðurin í Mentamálanevndini heldur bestu loysnina verða, at kommunan keypir tær tænastur, ið man metir brúk er fyri.

­ Vilja vit kunna borgaran um eitthvørt, so keypa vit ein tíma í onkrum loftmiðli og gjalda fyri hesa tænastu. Lætt og einfalt, sigur Kaj Leo Johannesen, sum eins og allir hinir býráðslimirnir heldur tað verða skilagott við meiri kunning út til borgaran í kommununi.


Geva tí ein kjans

Leivur Hansen, formaður í fíggjarnevndini, heldur tað ikki er rætt, at óttast eitt samstarv millum Rás 2 og býráðið. Hann hevur kunnað seg um slík viðurskifti í grannalondunum.

­ Hetta er vanligt í londunum kring okkum, og samstarvið millum kommunu og loftmiðil riggar óføra væl, sigur Leivur Hansen, ið sjálvir er útbúgvin journalistur.

­ Sjálvandi skal ikki vera talan um sokallaðan "skøkjujournalistikk", har politikarar sleppa at gera sær dælt framman fyri opnari mikrofon. Hetta skal fyrst og fremst vera ein kunningartænasta til allar borgararnar í kommununi, sigur Leivur Hansen.