Uppskrift: Gandadeiggj við børnunum

Hetta er deiliga ómakaleyst og skjótt at gera, og tey flestu eiga tilfarið inni. Nú vit nærkast desember mánað er tíðin inni til at byrja at hugsa um jólaprýði. Gandadeiggið kann til dømis evnast til smáar vættrar, jólatrø, stjørnur, prýði til træið ella annað. Tað er bert hugflogið, ið setur markið.

 

 

Tilfar:

2 koppar av mjøli

1 kopp av salti

1 kopp av heitum vatni

1 spsk av matolju

Máling og møguliga lakk at pynta við

Eitt sindur av staltrái at hanga upp við

 

 

Mannagongd

  • Blanda alt tilfarið saman

  • Elt deiggið til tað verður mjúkt

  • Síðani skal skapast, og nú er tað bert hugflogið, ið setur mørkini. Mangar tær íblástur til, hvat tú kanst gera við gandadeiggið, og eru fleiri góð og stuttlig hugskot bæði til vaksin og børn at finna á www.pinterest.com

  • Skulu myndirnar upp at hanga, ger so ein lítlan ring av staltráði, sum tú setur fastan í deiggið.

  • Tá standmyndirnar eru lidnar, so skulu tær bakast á 120 hitastigum í á leið tríggjar tímar.

  • Lat síðani gandadeiggið kølna, áðrenn tað verður málað.



Mála gandadeiggið við acrylmáling og lakera síðani við vatnbaseraðum lakki. Tað kann eisini prýðast við perlum og glittur, alt eftir hvat tit hava hug til.