Uppskriftin verður tann sama

KÍ fer aðru ferð á rað í Gundadal at verja tað, sum teir hava, meðan tað hjá HB er neyðugt at fáa størri úrtøku, enn B36 megnaði móti KÍ, um FM møguleikin framvegis skal vera í hondunum á meistarunum

UPPTAKT

Fyri fjúrtan døgum síðani eydnaðist tað klaksvíkingum at sleppa úr Gundadali við stignum, sum teir í útgangsstøðuni høvdu. B36 trýsti, og serliga í 2. hálvleiki var KÍ aftari á vøllinum, enn teir frammanundan høvdu ætlað sær at verið. Málmøguleikarnir vóru nógvir, men Meinhardt Joensen var sannur brandur í KÍ málinum.
Nú er uppgávan hjá HB at fáa bóltin í KÍ málið. Tað ræður um at fáa mál sum skjótast. Um tað eydnast, so fara fyritreytirnar hjá klaksvíkingum sjálvandi ikki at vera soleiðis, sum tær undan dystarbyrjan eru.
Hetta er fyrsta ferðin, at HB í ár hevur vitjan av KÍ. HB hevur tvær ferðir verið í Klaksvík, og í báðum førum hevur talan verið um málríkar uppgerðir. Í fyrsta umfarinum vann KÍ 4-3, og í 17. umfarnum vann HB 3-2. Tá ið tað restaði eitt korter var heimaliðið á odda 2-1.
Í heyst hevur tað gingið ógvuliga væl hjá HB, sum nú er so mikið væl fyri, at tað er upp til teir sjálvar at gera av, um teir skulu vinna fjórða FM heitið á rað.
- Tølini siga, at vit standa okkum best í Gundadali, og tað kann ikki sigast annað enn at vera ynskistøða, at vit í tveimum teimum síðstu umførunum skulu spæla móti KÍ og B36 í Gundadali, verður sagt úr HB.
Allir HB spælararnir eru tøkir uttan Janus M. Joensen, sum er leikbannaður, og sum eisini fekk dyggan løst í Fuglafirði næstsíðsta sunnudag.
Jákup á Borg var leikbannaður í Fuglafirði. Tað er hann ikki hesa ferð. Jákup er eisini komin fyri seg eftir lærskaðan, sum helt honum burtur frá landsliðsferðini til Ísraels. Men Jákup hevur ikki vant í hesi vikuni. Vøddaskaðin í búkinum, sum hevur vitjað um hesa tíðina á árinum seinastu 3-4 árini, er aftur upp á spæl. Í HB vóna teir tó, at Jákup verður førur fyri at spæla í morgin.
Meðan HB hevur FM vónirnar í huga, so er tað framvegis neyðugt hjá klaksvíkingum at fyrihalda seg til møguleikan, at teir kunnu flyta niður. Tað skal tó vilja illa til, um tað skal ganga so út av lagi illa. Um teir megna eitt stig í morgin, so átti tann møguleikin at verið burtur.
- Allir spælararnir eru tøkir, og uppgerðirnar móti HB fyrr í ár kundu boðað frá, at okkum nýtist ikki at avskriva møguleikan fyri úrtøku. Vit trívast væl í Gundadali, og vit ætla at gera okkara besta, siga teir í Klaksvík.
Tá ið KÍ spældi móti B36 í Gundadali, noyddist Eyðun Klakstein tíðliga av vøllinum orsaka av skaða. Hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni.