Upptakt: Svøríki-Føroyar

Landsliðið spælir í dag EM-undankappingardyst móti Svøríki. Ein broyting er í hópinum

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal í dag klokkan 15 spæla EM-undankappingardyst móti heimsstjørnunum úr Svøriki. Liðið kom í gjár til Svøriki og hevur í morgun havt seinastu venjingina undan dystinum.

 

- Lagið í hópinum er gott. Spælararnir er spentir at sleppa at spæla móti Svøríki. Talan er jú um stjørnur í hondbóltsheiminum, sigur Sophus Dal-Christiansen.

 

Ein broyting er í hópinum í mun til dystin móti Serbia, sum endaði við 33-17 ósigri. Siw Matras er við aftur, meðan Bára K. Hansen er eftir í Føroyum. Annars er talan um sama hóp. Kristianna H. Joensen og Liljan Djurhuus eru framvegis ikki við. Bæði Súna K. Hansen og Maria H. Weyhe, sum fingu debut á landsliðnum móti Serbia, eru eisini við á ferðini til Svøríki.

 

Fyrri dysturin millum liðini endaði við 33-15 sigri til Svøríki. Tann dysturin bleiv spældur í Føroyum 1. oktober í fjør. Tá kláraðu føroysku spælararnir, at fylgja við Svøríki fyrstu minuttirnar. Eitt skifti var støðan 5-5.

 

- Vónandi fáa vit betra um okkara egna avrik, men vit mugu ásanna at Svøríki er mundandi sterkari enn Serbia, so hetta fer at gerast torført, sigur Turið Arge Samuelsen.

 

Dysturin millum Svøríki og Føroyar verður í dag klokkan 15. Til ber at stroyma dystin á www.ehftv.com.

 

Málverjar:

Viviann Petersen, VÍF

Ragnhild av Heygum, VÍF

 

Útispælarar:

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Tóra Eliasen, Stjørnan

Marjun Falkvard Danberg, Neistin

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil

Agnas Olsen, VÍF

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Durita Christophersen Jojic, VÍF

Daniella Joensen, Neistin

Heidi Maria Akselsen, VÍF

Súna Krossteig Hansen, Kyndil

Bjarta Johansen, Kyndil

Pernille Brandenborg, Vendsyssel

Siw Matras Larsen, TMS Ringsted