Urtagarðshugni í Dølum

Eftir at hava staðið tómt og lívleyst nú í fleiri ár spírir og sprettir nú aftur í vakstrarhúsinum í Dølum, nærhendis Kirkjubø. Vakstrarhúsið, sum upprunaliga hoyrdi heima í Klaksvík, varð sett upp í Dølum í 1995, men higartil hevur so verið nærum øskukalt. Til urtagarðsfyritøkan ?Hjálpirót? í Hoyvík, gjørdi avtalu við eigararnar um at leiga helvtina av tí 1200 fermetra stóra glashúsinum.

 


Urtagarðssøla


Torben Schneider, sum stendur fyri Hjálpirót, dylur ikki fyri, at hann er sera spentur um hetta spildurnýggja tiltak teirra, sum rætt og slætt er at lata upp sølu av plantum og blómum í einum sera sjáldsomum og hugnaligum umhvørvi. ?Vit hava lagt stóran dent á at gera tað hugnaligt her úti, soleiðis at fólk kunnu kenna tað sum eru tey farin á eina lítla útferð. Tey fáa kaffi og køku og eitt urtagarðsprát og kunnu njóta vakra umhvørvi her, meðan tey kunnu hyggja eftir vøkru og vælangandi plantunum. Har verða so eisini krukkur, mold o.a. at fáa. Tey hjá Hjálpirót, sum eru sera virkin og dugnalig, hava gjørt eitt lítið springvatn og ein hyl mitt inni í vakstrarhúsinum. Har eru so eisini fiskar og kanariufuglar. Vakstrarhúsið liggur so eisini í einum sera vøkrum umhvørvi, ein vakur náttúrublettur millum báðar tær sermerktu bygdirnar Velbastað og Kirkjubø.


Í fyrstu atløgu fara tey bara at selja plantur og blómur, sum koma aðrastaðni frá tvs. frá Skógrøkt Landsins og vakstrarhúsunum í Sandavági og á Tvøroyri. Nakað verður so innflutt úr Danmark eisini. Í løtuni er eingin hiti í vakstrarhúsunum, so tað er avmarkað, hvat ber til at hava í húsinum. Men ætlanin er seinni at fara undir ymsa framleiðslu har eisini við t.d. tomatum og agurkum.


Latið verður upp í dag

Latið verður fyri fyrstu ferð upp leygardagin klokkan 10. Opið verður til klokkan 18. Soleiðis verður hvønn gerandisdag, meðan tað sunnu- og halgidagar verður opið frá 14 til 18.


Tað verður Lív Petersen, sum er útbúgvin plantuskúlagartnari, ið fer at standa fyri nýggja tiltakinum. Hon hevur áður arbeitt hjá Hjálpirót og hevur annars staðið á odda fyri einum urtagarðssenturi í Danmark. Lív sær hetta sum eina stóra avbjóðing og vónar, at tiltakið fer at fáa undirtøku. Hon fer at gera sítt til, at fólk, sum leggja sær leiðina til hetta vakra plássið nærhendis Gomlurætt, fara at kenna seg væl.


Torben Schneider, sum ikki er bangin fyri at fáa mold undir neglirnar og sum hevur verið við til at skapa lív og hugna í mongum urtagørðum í Havn serstakliga, fer nú at fylgja væl við, hvussu hilnast. Vísir tað seg, at hetta er eitt skilagott og lønandi tiltak, útilokar hann ikki, at tey seinni í ár kunnu fara undir veruliga framleiðslu og tá taka støðu til, um tey kanska eisini kunnu keypa húsið. Eisini eru møguleikar fyri taka part av lendinum uttan fyri húsini uppí eina framtíðar framleiðslu.


Hjálpirót varð stovnað í 1987 og hava fólkini hjá fyritøkuniarbeitt sum anleggsgartnarar ymsa staðni í landinum. Nú vakstrarhúsið er komið inn í myndina kann man siga, at ringurin er endaður. Tað er tí við stórum spenningi, at Torben fer at fylgja við hesi verkætlanini. Sjálvir hava teir eisini brúk fyri plantum í sínum anleggsarbeiði, so talan kann blíva um eina skilagóða íløgu.


Hesa tíðina á árinum arbeiða eini 12 fólk hjá Hjálpirót, um veturin er minni at gera, og tá er arbeiði til eini fimm fólk.