USA góðkennir at selja Rumenia F-35 stríðsflogfør

USA boðar frá hesi tilsøgn júst í somu viku, sum flogskiparar úr Ukraina byrja at læra seg at flúgva F-16 stríðsflogfør í Rumenia.

Amerikanska verjumálaráðið hevur givið sína formellu tilsøgn til, at Rumenia kann keypa 32 F-35 stríðsflogfør úr USA.

 

Sáttmálin skal eisini góðkennast í amerikonsku kongressini, áðrenn hann er endaligur.

 

Rumenia er Nato-land, sum hevur mark til Ukraina, eitt nú har Donau-áin rennur út í Svartahavið.

 

Sagt verður, at prísurin fyri hesi 32 stríðsflogførini er 7,2 milliardir dollarar.

 

USA boðar frá hesi tilsøgn júst í somu viku, sum flogskiparar úr Ukraina byrja at læra seg at flúgva F-16 stríðsflogfør í Rumenia.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.