Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann nú umhugsar, hvørt USA skal taka herfólk úr Týslandi.
Hetta skrivar forsetin á Truth Social, og sambært týskum miðlum hevur USA í dag 50.000 herfólk í Týsklandi.
Orsøkin til, at USA nú umhugsar at taka herfólk úr Týsklandi, er, at týski kanslarin, Friedrich Merz, hevur funnist at átøkunum hjá USA í Iran.
Á hinari síðuni hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, lagt kanslaran undir at góðtaka, at Iran fær kjarnorkuvápn.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.











