Marianna Winter gevur í kvøld út sína fyrstu heildarplátu, The More You Know, og markar hetta við einari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í Havn.
Á pallinum hevur hon ein væl samanspældan bólk við sær umframt gestaupptraðkandi, sum fara at leiða áhoyrararnar ígjøgnum nýggju útgávuna.
Útgávan er skrivað og framleidd saman við Ragnari Finssyni. Sambært einari lýsing sameinar hon indie-folk, popp og rokk við inniligum løtum av indie-bedroom-poppi.
Soundtrack til uppvøksturin
The More You Know verður lýst sum ein tónleikalig ferð aftur til minnir og kenslur frá uppvøkstrinum. Útgávan skal minna um eitt gamalt heimaband, har ófullkomin brot og minnismyndir verða tikin fram aftur.
Ein av sangunum á plátuni, Patio, varð tilnevndur til Ársins Sang á FMA 2026.
Seks tónleikarar á pallinum
Konsertin byrjar klokkan 20.00 og varir í 75 minuttir uttan steðg. Saman við Mariannu Winter á pallinum verða Ragnar Finsson, Hjørtur Pætursson Háberg, Árni Johannesson, Kristian Pauli Ellefsen og Vinjar Egilsnes Petersen.
Atgongumerki kunnu keypast á NLH.fo










