Fróðskaparsetur Føroya fer nú at bjóða eina nýggja útbúgving á masterstøði í útnorðurnámi.
Fróðskaparsetur Føroya fer nú, saman við fýra øðrum universitetum í norðurlondum, at bjóða eina nýggja útbúgving á masterstøði í útnorðurviðurskiftum.
- Saman við universitetunum Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólan á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs fer Fróðskaparsetur Føroya á heysti í 2015 undir eina nýggja altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu. Nýggja masterútbúgvingin gevur lesandi framúr møguleikar at ávirka menningina í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og vestur Noregi og gevur lesandi góðar møguleikar at flyta seg millum ymisku økini í útnorði, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.