Kapping í blandaðum tvímansleiki í badminton hevur í dag verið á skránni hjá føroysku badminton leikarunum.
Fýra føroysk pør hava luttikið. Tíverri, so eydnaðist tað ikki nøkrum av teimum føroysku pørunum at spæla seg í finaluna.
Tvey av okkara pørum komu í fjórðingsfinaluna, men tað rakk ikki longur enn tað. Aksel Poulsen og Rannvá Carlsson blivu útsligin ímóti Gordon Keith og Shona Mackay frá Hetlandi, meðan Benjamin Gunnarstein og Brynhild Carlsson taptu ímóti Charlotte Barnes og Matthew Haynes frá Guernsey.
Hini føroysku pørini blivu útsligin millum 32 tey bestu. Bartal Poulsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir taptu sín dyst 2-1 móti tveimum mótstøðuleikarum frá Guernsey, meðan Magnus Dal-Christiansen og Gunnvá K. Jacobsen eisini taptu sín dyst 2-1 móti tveimum mótstøðuleikarum frá Isle of Man.
Í morgin vera finalurnar leiktar í badminton. Bæði í einmansleiki hjá monnum og kvinnum eiga vit finalistar. Niclas H. Eysturoy skal spæla finalu í einmansleiki hjá monnum, meðan Rannvá Djurhuus Carlsson skal spæla finalu í einmansleiki hjá kvinnum.