Uttanlandsnevndin fær frágreiðing í dag

Heðin Mortensen útilokar ikki, at hann bakkar upp um samgonguna, um so er, at stjórnin er farin órættvíst fram á fundinum fríggjadagin

Sunnudagin heitti Heðin Mortensen á formannin í Uttanlandsnevndini um at kalla løgmann til fundar soleiðis, at nevndin kann fáa eina frágreiðing um støðuna í samráðingum við danir.

Hann vil fegin hava eina frágreiðing frá løgmanni um samráðingarnar og serliga nú samráðingaruppleggið verður almannakunngjørt í dag.

Samráðingarnar gjørdust helst øðrvísi enn nakar føroyingur hevði

væntað, og tað er ymiskt, sum bendir á, at danir ikki hava víst seg frá síni bestu síðu.

- Ta frágreiðingina vil eg hava frá løgmanni sjálvum, sigur Heðin.

Kann tað hugsast, at tú bakkar landsstýrið upp, um so er, at teir eru órættvíst viðfarnir, hóast tað er ímóti tykkara fatan í

Sambandsflokkinum?

- Nú vil eg fyrst hoyra frágreiðingina frá løgmanni sjálvum, men tað sigur seg sjálvt, at fer stjórnin skeivt fram, so fær landsstýrið mín uppbakning. Í hesum føri eru vit fyrst og fremst føroyingar, so má hitt koma í aðru røð, sigur Heðin Mortensen.

Løgmaður sigur við Sosialin, at nevndin fær fulla frágreiðing um tað, sum er farið fram, og at øll skjøl - hvørt og eitt - sum er komið fram undir samráðingunum, verður lagt á borðið. Síðani verður tað almannakunngjørt.