Uttanríkisráðharrin á tænastuferð í Evropu

Uttanríkisráðharri Jørgen Niclasen er í dag farin á tænastuferð til fýra evropiskar smátjóðir, sum eru Liktinstein, Andorra, San Marino og Luksemborg. Liktinstein er limur í EFTA, Luksemborg er limur í ES, og Andorra og San Marino eru í hvørgum felagsskapi.

Politikkur

Rógvi Nybo

[email protected]


Endamálið við vitjanini er sínámillum ráðførsla um avbjóðingarnar hjá smátjóðum í Evropu. Harumframt luttekur ráðharrin eisini í marknaðarføringini av Føroyum í Wien og Graz tann 4. og 5. september í sambandi við, at Føroyar spæla landsdyst móti Eysturríki.


Á ferðini fer Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, á fund við uttanríkisráðharran hjá Liktinstein, Aurelia Frick, og starvsbróður sín í Andorra, Xavier Espot. Eisini hittir hann uttanríkisráðharran hjá San Marino, Federica Bigi, eins og hann eisini fer á fund við Jean Asselborn, ið er uttanríkisráðharrin hjá Luksemborg.


Á fundunum sínámillum fara starvsbrøðurnir at viðgera evropapolitkk og mongu avbjóðingarnar, sum evropisku smátjóðirnar hava í felag.


Fyrsti fundurin verður við uttanríkisráðharran hjá Liktinstein, og her er Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri eisini boðin at hitta forsætisráðharran Klaus Tschütscher.