Neistin-VÍF 28-34 (14-14):
VÍF er aftur á odda í bestu mansdeildini í hondbólti.
Eftir stórtap móti H71 beint undan jólum, var VÍF hesa ferð á truplari uppgávu á útivølli, og so prógvaðu teir gulu, at teir vóru nóg vaksnir til uppgávuna.
Fyri ein oddadyst at vera var spælið rættiliga rótut í longum løtum, men fyrst og fremst stríddust gestirnir væl meira enn vertirnir. Eisini tá teir tvær ferðir eftir steðgin máttu spæla við tveimum monnum í undirtali.
Tað eydnaðist teimum eisini alla tíðina at halda fast í Neistanum, og seinastu løtuna skrædnaði tað av álvara millum liðini, soleiðis at talan gjørdist um heilt greiðan sigur.
Fyri Neistan skoraði Áki Mørk 11 mál. Agnar Joensen skeyt 9 av málunum hjá VÍF.