VÍF vann og H71 kom í finaluna…

Vestmenningar vunnu umspælda úti­dystin ímóti Neist­anum í gjárkvøldið, og samstundis gjørd­ist greitt, at tað verða VÍF og H71, sum skulu spæla FM-finalurnar hjá monnum

Skuldi Neistin hava nakran møguleika at koma í FM-finaluna, var í øllum førum neyðugt við sigri á VÍF í gjárkvøldið, umframt at annað eisini skuldi ganga upp í eina hægri eind. Men ikki bar til hjá Neistanum, sum hesa ferð tapti við tveimum málum ímóti VÍF, sum tapti við einum máli, tá dysturin var spældur fyrru ferð.

Tá VÍF at enda hevði vunn­­ið málríka og um­­spælda dystin á Hálsi í gjárkvøldið við 36 málum ímóti 34, vóru tey allar­fegnastu tey í Hoyvík, tí úrslitið merkti, at H71 nú við vissu hevur ognað sær sess í FM-finalunum, sum verða spældar ímóti VÍF.

Hevði Neistin vunnið, hevði tað verið eitt krav til H71, at sigur fekst burtur úr dystinum á Skála um viku­skiftið, men nú sleppa hoy­víkingar undan at hugsa um tað. Nú skulu teir bara fyri­reika seg til finalu­dyst­ir­nar.

Dysturin, sum var spæld­ur umaftur í gjárkvøldið, var upprunaliga spældur 18. januar, tá Neistin vann. Men eftir at eitt mál var tikið frá vestmenningum í hálvleikssteðginum, kærdu teir og fingu viðhald í fyrst kappingarnevndini, síðani dómsnevndini og at enda eisini ítróttardómstólinum, at dysturin skuldi spælast umaftur.

At Neistin sostatt snávaði og ikki kemur í finalurnar, merkir somuleiðis, at før­oyameistaraheitið hjá teim­um bláu frá í fjør ikki verð­ur endurtikið. Tó hevur Neist­in í ár vunnið steypa­kappingina, so heilt galið hevur árið tó ikki verið.

Fyri VÍF merkti sigurin í gjárkvøldið, at liðið vinnur landskappingina og tí fær heimadyst í einum møguliga triðja finaludysti ímóti H71.