VÍF vann væl og virðiliga í Klaksvík

Vestmenningar fóru úr Klaksvík við stórsigri

Team Klaksvík - VÍF 23-33 (10-17)

 

Team Klaksvík fekk heldur ikki síni fyrstu stig í kvøld, tá ið VÍF kom á vitjan.

VÍF dróg alt fyri eitt frá, og tá ið støðan var 9-3 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, vistu tey flestu hvønn veg tað bar. Hálvleiksstøðan gjørdist 10-17 í hálvleikinum, og munurin bara øktist, so at endaliga úrslitið gjørdist 23-33 til VÍF.

 

Serliga Filip Jojic var vaknaður í Klaksvík, eftir at hann hevur fingið nakað færri mál enn vanligt teir fyrstu dystirnar.

 

Málskjúttar hjá Team Klaksvík:

Sámal á Tjaldrafløtti 8, Hørður Sigtórsson 3, Christoffer Madsen 3, Finnur Hansson 2, Jens Pauli Mohr 2, Einar Dam 2, Petur Martin Eliasen 1, Beinir Johannesen 1

 

Málskjúttar hjá VÍF

Filip Jojic 10, Andrias Eriksen 9, Magnus Müller 4, Johan í Garðastovu 4, Sjúrður Olsen 2, Jákup Andreas Joensen 1, Bjarti Hansen 1, Heini á Heygum 1