Við Synarchy ljóðroynd í bakgrundini fór Vígdis á pall. Eg havi ikki sæð hesa ungu gentuna á palli fyrr og hon ljóðaði eisini nokkso nýggj.
Hon hevði ein gittarleikara aftrat sær og spældi bæði egnar og sangir hjá øðrum. Vígdis sang heilt ok ? røddin er snjøll og smágentulig, og hóast hon onkuntíð hevði hug at gerast í so snjøll (og fekk ein at hugsa um ? eg royni ikki at vera frekur, eg lovi tað! ? Aqua Lene), so vísti Vígdis eitt rátt talent, sum væl kann gerast spennandi og lovandi, arbeiðir hon uppá tað.
Vígdis kann sigast at ríða á føroysku singer/songwriter bylgjuni, ið hevur, við Teituri á odda, gjørt sína ávirkan galdandi í føroyskum tónleikahøpi. Men hóast tónleikurin var einfaldur og akustiskur, og Vígdis hevði skriva fleiri av sangunum sjálv, haldi eg neyvan at tónleikurin kann kallast singer/songwriter. Mest av øllum kennast sangirnir sum poppsangir, bara spældir við kassagittara. Einki galið við hesum, eyðsæð. Einasti trupulleikin er at sum í veruleikanum poppsangir, virka sangirnir hjá Vígdis sum um teir mangla nakað. Teir ljóða ófullfíggjaðir. Og tí fór eg avstað eftir lokna framførslu við eini sindur tómari kenslu. Men, sum sagt, Vígdis hevur rávøruna og við arbeiði, kann hon snikkast til okkurt orduliga gott.
Arni Zachariassen