Vøggusangur í Hoyvíkar kirkju

Fríggjadagin í næstu viku verður eitt serligt skeið í vøggusangi hildið í Hoyvíkar kirkju.

Vøggusangur er tað sum danir nevna babysalmesang, og verður sagt, at hetta er sera mennandi fyri barnsins mál og sambandið við foreldrini.

Undirvísarar á skeiðnum verða hjúnini Peter og Betty Arendt úr Haslev. Hann er urguleikari og hon er sangpedagogur.

Til hetta skeiðið verða boðin urguleikarar og sangleiðarar, og verður miðað eftir einum bólki uppá 10-12 foreldrum við barni undir eitt ár.

Sagt verður, at fyri pápar og mammur í barsilsfarloyvi er hetta eitt gott høvi at vera við sum roynarfólk.

- Seinni verður vøggusangur fyri teimum tilmeldaðu, umleið einaferð um mánaðin, sigur Oddvør Johansen, urguleikari við Hoyvíkar kirkju.

Tað er Jógvan Fríðriksson, bispur sum hevur tikið stig til hetta tiltakið.