Víðk­að­ur tón­leika­­pall­ur

Hóskvøldið klokkan 20 skipar Sunda bók­a­savn enn einaferð fyri tónleikapalli í Skál­a­num í Norðskála-Oyrar skúla.

Tónlekapallurin er eitt hugnakvøld, har høv­ið verður at hoyra góðan sang og tónleik, sum ung og eldri fram­føra. Eisini verður onk­ur felagssangur. Har verð­ur ein fjølbroytt skrá, við bæði roynd­um og nýggjum nøvn­um. Felags fyri tey er, at fólkini hava sína dag­ligu gongd her í Sund­a­lagnum, og at tónleikurin eigur stórt rúm hjá teimum.

Afturat hesum føstu táttunum fær tón­leik­a­pall­uri­n vitj­an av fólki, sum í hes­um døg­um eru á sang­skriv­ar­a­skeiði hjá tí navnframa Brett Perkins á Gjáar­garði. Einki er at ivast í, at hetta verður eitt spenn­andi íkast til til­tak­ið, ið fer at geva á­hoyr­ar­unum eina hóm­ing av menn­ing­ini, sum fer fram mill­um okkara sang-og tón­a­smiðir.

Sum vanligt er, tá bók­a­savnið hevur til­tøk, er eisini ein góður drekk­a­muð­ur at fáa, og bóka­savnið er opið.