Tað er FM hýrur í Víkinga leguni. Víkingur hevur í dag vunnið grannauppgerðina í Fløtugerði í Fuglafirði so sannførandi sum 5-1.
Undan hesum umfarinum vóru fýra stig frá toppliðnum og aftur til KÍ á næstfremsta plássi. Tað eydnaðist ikki klaksvíkingum at vinna fulla úrtøku við Stórá í Trongisvági, har úrslitið var málleysur javnleikur. Harvið eru tað seks stig frá KÍ og fram til Víking, sum hevur væl betri málmun enn KÍ.
B36 vann í dag 3-2 á Skála. Harvið eru tað fimm stig frá Víkingi og aftur til B36, sum er einasta liðið, ið á pappírinum hevur møguleika at hótta Víking, sum í veruleikanum mest sum hevur tryggjað sær FM heitið.
NSÍ vann í dag 3-2 í Sørvági. Úrslitið ber við sær, at tað eru trý stig frá NSÍ og fram til KÍ og fýra stig frá NSÍ og fram til B36.
Nú er tað greitt, at 07 Vestur fer at enda á níggjunda plássi. Um tað fer at bera niðurflyting við sær valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá B68 í næstbestu deildini.
EB/Streymur tryggjaði sær plássið í bestu deildini við framúr avrikið í seinna hálvleiki í Gundadali ímóti HB. Heimaliðið var frammanfyri 2-0 og á sigurskós, tá ið tað var hálvleikt. So reisti EB/Stremur, sum skoraði trý mál og misnýtti tvey brotsspørk. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur hevur 29 stig og harvið er sjey stig frammanfyri 07 Vestur.
Suðringar hava eftir málleysa javnleikin ímóti KÍ 29 stig, og eisini Skála hevur 29 stig.
Næsta vikuskifti verður ikki spælt í landskappingini, tí tað er landsdsytur sunnudagin.
ÍF-Víkingur 1-5 (1-2)
0-1: Adeshina Lawal
1-1: Niels Pauli Danielsen
1-2: sjálvmál
1-3: Adeshina Lawal
1-4: Sølvi Vatnhamar
1-5: Hans Pauli Samuelsen
Skála-B36 2-3 (1-1)
1-0: Patrik Johannesen
1-1: Michal Przybylski
2-1: Brian Jacobsen
2-2: Jógvan Skeel Nolsøe
2-3: Patrik Johannesen
07 Vestur-NSÍ 2-3 (1-2)
1-0: Søren B. Nielsen
1-1: Jan Ó. Ellingsgaard
1-2: Petur Knudsen
1-3: Pól Jóhannus Justinussen
2-3: Søren B. Nielsen br
HB-EB/Streymur 2-3 (2-0)
1-0: sjálvmál
2-0: Rókur av Fløtum Jespersen
2-1: Andras Olsen
2-2: Petur Zachariasen
2-3: sjálvmál
Suðringar-KÍ 0-0
Støðan eftir 25 umfør
Víkingur 52
B36 47
KÍ 46
NSÍ 43
HB 37
Suðringar 29
Skála 29
EB/Streymur 29
07 Vestur 22
ÍF 9
26. umfar
Sunnudagin 15. oktober
NSÍ-Víkingur
Skála-HB
EB/Streymur-ÍF
B36-KÍ
07 Vestur-Suðringar