Víkingar gjørdu um seg á Argjum

Næstbesta liðið í Eysturkommunu lyfti seg við trivaligum sigri fram um teir næstbestu hjá HB

Tað var yvirhøvur eingin ivi um úrslitið, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi í dag var gestur á Argjum. Vikingarnir fóru til hús við 4-0 sigri, eftir at hálvleiksstøðan var 3-0.

 

Hans Jákup Lervig skoraði tvey tey fyrstu málini í 24. og 37. minutti, og tveir minuttir undan steðginum økti Dávur á Reynatrøð til 3-0. Eitt korter eftir steðgin staðfesti Tonni Thomsen trivaliga Víkinga sigurin.

 

Úrslitið ber við sær, at Víkingur lyfti seg av áttanda og fram á sjeynda plássið, sum HB frammanundan var á. AB er framvegis á níggjunda plássi.

 

Í síðsta umfari  skal AB spæla á útivølli ímóti HB, meðan Víkingur fær vitjan av KÍ.