Eftir tap tvær ferðir á rað hava Maurice Ross og hansara víkingar tvær tær síðstu ferðirnar vent gongdini. Sigur á heimavølli ímóti B36 og á útivølli ímóti AB ber við sær, at lagið er gott, og at ferðin norður til Eiðis verður fyrireikað við stórum sjálvsáliti.
-AB gav okkum ein skarpan gang hóskvøldið. Tað var tungt, men vit vístu góðan hugburð, og Elias Rasmussen var brandur í málinum. Hann er týdningarmikil og bjargaði okkum undan javnleiki á Argjum, sigur landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar.
Í stórari avbjóðing, sum tað er at spæla á Hólmanum á Eiði, kemur tað illa við, at stríðsmaðurin á miðvøllinum Hans Jørgen Djurhuus framvegis er leikbannaður.
EB/Streymur var tvær ferðir á odda ímóti NSÍ, og í síðstu løtu var um reppið, at tað eydnaðist at skora sigursmálið. Tað var vónbrot ikki at vinna fulla úrtøku, men venjarin, Heðin Askham, er nøgdur við leikliga avrikið og ikki minst hugburðin:
-Vit kunnu tapa ímóti øllum, og vit kunnu vinna ímóti øllum. Á Hólmanum fáa vit framúr stuðul frá áskoðarunum, og vit eru øgiliga spentir at taka ímóti Víkingi, sigur Heðin Askham.
Miðverjin Andras Olsen, sum hevur verið skaddur, er tøkur aftur.