Víkingur aftur á gamlar gøtur

Nógv bendir á, at fyrrverandi Víkinga-venjari verður kunngjørdur í Sarpugerði í morgin.

Tað vóru spennandi tíðir fyri framman, tá ið Víkingur 1. novembur í fjør skrivaði undir sáttmála við tann litríka skotska venjaran, Maurice Ross, ið hevði gjørt tað gott við felagsliðnum í Suðuroy, TB/FCS/Royn.


Talan var um tvey ára sáttmála, men nú – eitt gott hálvt ár seinni og einans 11 umfør inn í landskappingina – er Maurice Ross loystur úr aftur starvinum sum Víkinga-venjari. Hetta boðaði felagið frá í kvøld.


Les eisini: Maurice Ross og Víkingur skiljast


Sum skilst, so var ikki talan um ein skilnað í sátt og semju, men heldur at Víkingur beint fram valdi at geva Maurice Ross sekkin. Av tí sama bendir eisini á, at Víkingur hevur eina aðra loysn klára.


In.fo skilir í kvøld, at tað verður fyrrverandi Víkinga-venjarin, Sigfríður S. Clementsen, sum fer at taka við eftir Maurice Ross.


Sigfríður sigur við in.fo í kvøld, at hann ikki kennist við hesi tíðindini, og hann staðfestir, at tað í verandi løtu ikki er samband ímillum seg og Víking.


Fyrrverandi NSÍ-venjarin, Anders Gerber, verður eisini nevndur, men in.fo hevur ábendingar um, at Sigfríður S. Clementsen verður kunngjørdur sum nýggjur Víkinga-venjari í annaðkvøld.


Sigfríður S. Clementsen er 45 ára gamal. Hann var venjari hjá Víkingi tíðarskeiðið 2013 til 2015, tá hann eitt nú var við til at fáa Víking víðari til triðja umfar í Europa League.