Víkingur fekk einki burturúr kæruni

Drúgva leikbannið hjá liðskiparanum hjá Víkingi, Atla Gregersen, stendur við. Hann fekk fýra dystir leikbann fyri at hava kastað liðskiparabandið eftir dómaranum, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur í dystinum ímóti HB í Sarpugerði 24. juni. Víkingur valdi at kæra henda dómin hjá kappingarnevnd FSFs, men í dag hevur aganevndin hjá fótbóltssambandinum staðfest avgerðina hjá kappingarnevndini.

 

Sostatt er Atli Gregersen leikbannaður til og við 19. umfar í Effodeildini, sum verður spælt leygardagin 11. august.

 

Víkingur bar annars fram hesar grundgevingar fyri, at leikbannið ikki skuldi vera so drúgt:

 

- At tað frá nógvum síðum hevur verið víst á, at tað als ikki var rættvísur dómur at geva Atla Gregersen seinna gula kortið – og harvið reyða – má koma leikaranum til góðar í revsingini.

 

- At ætlanin hjá Víkingaleikaranum als ikki var at gera seg inn á dómaran tá hann blakaði liðskiparabandið frá sær.

 

- At vit í Víkingi hava ilt við at síggja nakra linju tá FSF býtir sektir út. Í Víkingi halda vit sektina til Atla Gregersen verða alt ov harða í mun til aðrar sektir hjá FSF. Vit kundu nevnt dømi, nøkur størri - onnur smærri, men eitt tað feskasta er málið um venjara, sum sparkaði áskoðara hjá øðrum felagi. Hetta útloysti onga ítróttarliga sekt.