Tað er stutt til kappingarbyrjan, og tað ræður um at leggja soleiðis til rættis, at møguleikin fyri skaðum er lítil.
Í gjár tapti B36 2-0 ímóti NSÍ, meðan Víkingur tapti 3-1 ímóti KÍ.
Í dag hittust B36 og Víkingur í Klaksvík, og Víkingur vann 6-0.
Í morgun var nógvur kavi á vøllinum. Teir ruddaðu vøllin fyri døgurða, og eftir døgurða hjálpti sólin heilt væl til.
Felags fyri B36 og Víking var, at tey í dag vóru í heilt øðrvísi útgávu, enn tey vóru ígjár.
Víkingur vann 6-0. Eftir fyrra hálvleik var støðan 1-0.
Finnur Justinussen setti hol á, tá ið hálvur tími var farin.
Signar á Brúnni økti til 2-0, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, og so gekk tað skjótt.
Bergur Poulsen økti til 3-0, Olaf Bárðason økti til 4-0 og 5-0, og Jákup Johansen staðfesti 6-0 sigurin hjá Víkingi.