Tað verða klassikarar og løg, ið eru væl dámd í løtuni, sum verða á skránni, tá Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe fara á pall á Tvøroyri í kvøld. Teir spæla á Pubbini á Tvøroyri frá klokkan 23 í kvøld.
Eyðun kenna føroyingar flestir. Hann eigur mangar av sangunum, ið liggja ovaliga í sangskattakistu føroyinga. Saman við Frændum, og á egnum beinum, hevur hann sungið og skrivað fyri fleiri ættarliðum seinastu 20 - 25 árini.
Tróndur Enni er kendur sum tónleikari og eigur eisini løg, sum føroyingar hava tikið til sín.
Í felag eru Eyðun og Tróndur ein sterk duett, ið hevur nógv á skránni, sum teimum flestu dámar og teir eiga løg, sum tey flestu kenna aftur frá minnisríkum løtum.
Á myndini omanfyri síggjast Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni saman við Brandi Enni.