Búskapur
Tað var ein sera væl nøgdur Bárður Nielsen, sum í gjár kundi lesa seinastu frágreiðingina, sum danski Tjóðbankin hevur latið gjørt um føroyska búskapin.
- Gjøgnumgangandi haldi eg, at talan er um eina ógvuliga positiva frágreiðing um føroyska búskapin. Og sum heild haldi eg, at eg bert kann vera samdur í tí, sum verður nevnt í frágreiðingini.
2007 skal javnviga
Millum tað, sum verður nevnt í frágreiðingini, er, at inntøkuvøksturin hjá landskassanum hevur verið somikið stórur, at talan nærum verður um javnvág hjá landshúsarhaldinum, tá 2006 er liðugt. Hetta hóast fíggjarlógin upprunaliga gav eitt hall á góðar 212 mió kr.
Í løtuni er landsstýrismaðurin í ferð við at leggja seinastu hond á fíggjarlógaruppskotið fyri 2007. Fleiri ferðir hevur verið nevnt, at talan her verður um uppskot, sum skal javnviga, og hesum heldur landsstýrismaðurin fast um.
- Tað havi eg nevnt fleiri ferðir, og í mínari verð er eingin ivi í so máta. Men tað er klárt, at tað, sum verður nevnt í frágreiðingini gevur okkum enn betri fortreytir í hesum arbeiði. Vit hava seinnu árini havt eina tíð við búskaparvøkstri. Bæði tí talan hevur verið um reallønarvøkstur, og tí nýggja mynstrið innan bústaðarfígging hevur sett væl meira ferð á privatu nýtsluna, enn reallønarvøksturin í sjálvum sær borgar fyri.
- Samstundis hava vit í løtuni nógv virksemi, og við eini alivinnu, sum aftur tykist fóta sær, eru búskaparútlitini sum heild rættiliga positiv, so sum tað eisini er nevnt í frágreiðingini.
Lítil vandi í fíggingini
Júst fíggingarmynstrið hevur verið eitt evni, sum fleiri ferðir hevur verið frammi í búskaparliga kjakinum seinasta lítla árið. Røddir hava eisini verið frammi um, at hetta kann virka til eina ovurhiting av búskapinum, men hetta tykist ikki vera ein hóttan, sum Bárður Nielsen tekur serliga ítøkiliga í løtuni.
- Eg var sum so spentur uppá at síggja, hvørjar viðmerkingar vóru til hetta frá Tjóðbankanum. Í frágreiðingini verður hetta eisini tikið við, tá greitt verður frá vøkstrinum, men tað verður sum so ikki nevnt nakað positivit ella negativt um hetta.
- Og júst hetta bendir væl á, at tey ikki síggja hetta sum nakran ítøkiligan vanda fyri búskapin, og tað er í sjálvum sær positivt. Her heima hava vit jú tosað nógv um, hvørt eitt slíkt mynstur er gott ella ringt fyri búskapin. Hjá okkum er talan um heldur óvanda støðu í so máta, men tú skalt minnast til, at hetta avgjørt ikki er nýtt í grannalondum okkara.
- Tá tað er sagt, so skal sjálvandi leggjast afturat, at hetta setir nøkur nýggj krøv til føroyska brúkaran. Her hevur siðvanda mynstrið jú verið, at vit byggja okkara egnu hús, og so annars stríðast fyri at gjalda hesi so skjótt, sum vit megna. Í so máta er hugburðurin í dag meira tann vegin, at fólk velja at keypa sær upplivingar, heldur enn bara at rinda skuld. Avleiðingin verður væl tann, at tað verður minni at býta til eftirkomararnar, tá tann tíðin kemur, men megna hesi at røkja sínar skyldur, so nýtist tað jú heldur ikki at vera nakar trupulleiki í sjálvum sær.