Umleið 500 fólk vóru komin saman í NASA, tá Atlantic Music Event kom til Reykjavík leygarkvøldið. Millum áskoðararnar vóru nógvir íslendskir fjølmiðlar og fólk sum starvast innan tónlistavinnuna. Konsertin byrjaði klokkan 10.00 og endaði um 2 tíðina. Brandur Enni var fyrstur á pall, síðan spældi Teitur við strúkarum, Eivør við bólki, Høgni Lisberg við bólki og Gestir saman við strúkarum endaðu veitsluna.
Hóast ljóðroyndirnar vóru nakað seinkaðar ávirkaði tað tíbetur ikki konsertina.
Afturat íslendingum vóru fleiri enskir miðlar og eisini umboð fyri Go!North festivalin í Skotlandi. Tað er íslendska tónleikaumboðskvinnan Anna Hildur Hildibrandsdóttir, ið hevur samskipað sambandi við ensku gestirnar.
Fróði Vestergaard, samskipari sigur við Planet.fo, at Anna Hildur, ið eisini skipaði fyri Funky Faroe Island tiltakinum í heyst, hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði.
- Anna Hildur og maður hennara Gísli hava eisini koyrt runt við útlendsku fjølmiðlunum, m.a. var ein konsert við Teiti fríggjakvøldið. Hillmedia hevur gjørt at eitt gott arbeiði fyri AME. Tað var eitt gott hugskot, at Menningarstovan tók hetta stigið. Hetta fer vónandi at hava positiva ávirkan fyri føroyskan tónleik, sigur Fróði Vestergaard.
Áðrenn konsertina á NASA vóru gestirnir og vitjaðu Fjørðukránna, har Birgir Enni hevði gjørt mat. Uni Debess sang tveir sangir fyri útlendsku gestunum.
Uni spældi saman við øðrum tónleikarum til dans á Fjörðukránni hetta vikuskiftið, Krógvin hevði føroyska viku.