Vælkomin til Føroya størsta húsvognabý

Tað er sum at koma inn í ein annan bý at trína inn á økið handan Stóra pall, har yvir 200 húsvognar standa parkeraðir í røðum. Fyrr í dag sóust fólk hugna sær upp á ymsar mátar í húsvognarbýnum: Nøkur sótu og prátaðu undir einum taki, onnur nutu ein kaffimunn, meðan aftur onnur sótu og sólaðu sær. Alt meðan børn sóust renna og spæla. Í dýrdarveðrinum var tað góða lívið og hugnin sett í fremstu røð millum húsvagnarnar.

 

Mett verður, at nærum allir húsvognarnir í landinum eru savnaðir í Klaksvík hesar dagarnar, og at tilsamans búgva eini 1000 fólk í teimum.

 

Portalurin gekk gjøgnum býin, og til ber at síggja nakrar myndir her.