Sjáldsamur gestur var á Vágsfirði fyrradagin á døgurðamáli. Úr támi og regni har suðuri kom strandfaraskipið, Smyril, undan millum Grønutanga og Porkerisnes. Meðan vágbingar løgdu upp úr døgurðapottunum, legði Smyril at við Nýggjukei, so trokan var ikki á keiøkinum. Hetta hóast ongin skal ivast í, at gesturin bæði hevur týdning fyri vinnulívið í Vági og stóran sálarfrøðiligan týdning fyri bygdarfólkið.
Ein teirra, sum gleðist um upp aftur tiknu siglingina, er Bent Mortensen, smiðjumeistari í Vági. Tangavirkið hansara hevur framleitt flestu oljutangarnar, ið liggja í mold og standa í kjallarum kring landið. Tí hevur hann tørv á góðum sambandi við miðstaðarøkið.
? Tað lættir um hjá okkum, nú vit fáa so at siga beinleiðis samband við Havnina. Men best hevði verið, um hann sigldi tvær ferðir. Til dømis týsdag og tórsdag, sigur smiðjumeistarin, og leggur aftur at, at hann, sum vanligt ferðafólk, kundi hugsa sær, at Smyril sigldi tvær ferðir leygardagar.
Fyribils fer Smyril at sigla á Vág til komandi summar.