Áðrenn fótbólturin fór aftur á rull, vóru serfrøðingar um landið og gjørdu eftirlit á vøllirnar sum Føroya Møblasøla hevur veitt feløgum og kommunum kring landið. Talan er um, Fuglafjørð, Gøta, Leirvík, Eiði, Sandavág, Sandi, Tvøroyri umframt vøllirnar í Sørvági og Porkeri.
Hetta er ein partur av avtaluni, tá ið fyritøkan selur ein vøll. Gummi verður tikið upp, reinsað og lagt í aftur, vøllurin verður sogin fyri fjaðrar og annað, sandur verður fyltur í straffisparksplettirnar. Er neyðugt við umvæling, verður hettar eisini gjørt.
Nú kappingin byrjar aftur, eru vøllirnir í sera góðum standi, sigur Birgir Andreasen, sum hevur selt graslíki í meira enn 30 ár. Í 1986 leveraði hann fyrsta graslíkisvøllin í Føroyum til Tórshavnar Kommunu.
Fyritøkan umboðar vøllirnar av merkinum DOMO sportsgras, sum er størsti veitari av graslíki í Europa við meira enn 8 milliónum fermetrum um árið. Domo er FIFA Preferred Producer. Domo er ein belgisk familjufyritøka við árligum umsetningi upp á meira enn 15 milliardir evrur.
-Til allar uppgávur í Føroyum brúka vit sama áleggingartoymið, sum hevur lagt allar vøllirnar seinastu árini. Hettar eru týskarar sum eftirhondini kenna umstøðurnar í Føroyum. Tað kann mangan vera avbjóðandi at leggja graslíki á stóru vøllirnar sum eru meira enn 8.000 fermetrar til støddar, orsaka av kulda, vindi og regni, sigur Birgir Andreasen.