Vælmannað nýggjárskonsert

Tíðindaskriv frá Kyndli

28. desember skipar Kyndil fyri nýggjárskonsert í høllini á Hálsi. Í ár eru fýra tónleikarabólkar umframt Hanus G. Johansen við, og er alt sum bendir á, at vit fara at fáa eina rimmar nýggjárskonsert í ár
Teir fýra bólkarnir eru:
deja vu: Mannað við ungum evnaríkum tónleikarum, sum allir hava valt at fara uttanlands á tónleikaraskúla fyri at ogna sær størri førleika sum tónleikarar. Deja vu er við á fløguni Livandi tónleikur, sum kom út í summar. Deja vu er millum teir bólkar her á landi, sum ger teir bestu sangirnar (melodiirnar), og eru fólk við innliti samd um, at vit her hava ein lovandi popp/rock bólk.
Krit: Krit er tann bólkurin, sum í løtuni er best umtóktur mllum tey ungu. Teir eru við á nýggjastu fløguni hjá Tutl, og hava teir eisini fyri stuttum gjørt rættiliga vart við seg í Islandi. Krit er mannað við sera ungum tónleikarum, og spæla teir harðan rock.
MC Hár: MC Hár eru kendir fyri nokk so nógv ymist. Teirra ekstravangansu, provokatiónir, pallshow við dansi o.ø. Ein sera livandi og undirhaldandi bólkur, sum spælir harðan men glaðan rock. Tú kanst altíð rokna við onkrum serligum, onkrum óvæntaðum, tá MC Hár er við, men tú hevur allíkavæl onga hóming av, hvørjum teir nú koma við. Tó kanst tú vera vísur í, at onkur provokatión er á skrá. Tí siga vit: Eingin rættiliga rockkonsert í Havn uttan MC Hár.
Tangz: Tangz vóru nógv frammi í samband við Prix Føroyar, men hava vit ikki hoyrt so nógv til teirra seinastu tíðina. Men teir trína nú aftur á pall við sínum rock tónleiki við ikki sørt av funk blandað í. Tangz man vera orkestrið um okkara leiðir, ið spælir og ger tann mest orginalan tónleikin. Annað sum eyðkennir bólkin er, at teir eru stak góðir tónleikarar.
Hanus G. Johansen: Hanus er ein av okkara tónleikaralegendum, sum bergtekur við sínum sermerkta sanghátti og sínum sermerkta sangvali. Líka sum Evert Taube syngur Bellmann, so syngur Hanus um Poul F. Hanus er altíð góður, og borgar tað fyri góðsku, at hann er við.
Ikki dýrt
Tað fer ikki at kosta nógv at fara til nýggjárskonsert í ár. Kyndil hevur sett atgongumerkjaprísin til 100 krónur í forsølu og 120 krónur við dyrnar. Hetta fyri at geva so nógvum til ber møguleikan at sleppa til konsertina.
Atgongumerkini er løgd til sølu á øllum Shellstøðum kring landið, Kiosk Vár í Saltangará, Kunningarstovuni í Havn og 3-aranum í SMS.
Bussar koyra
Tað ber til hjá øðrum enn havnafólki at fara á nýggjárskonsert. Bussur koyrir úr Sørvági klokkan 23.00, úr Vestmanna 23.30. Hesin bussurin fer aftur úr Miðbýnum (við City) klokkan 04.30.
Bussur fer úr Fuglafirði 22.30, og støðgar hesin á øllum vanligum støðgistøðum á veg til Havnar. Hesin bussurin fer frá aftur høllini á Hálsi klokkan 04.00.