Vælupplagdur Todi sá reytt

Fótbóltur: Jákup Mikkelsen er á odda, og Óli Johannesen er í botninum í superliguni

Mikukvøldið fer landsliðið úr Vágum og til Kekkia. Allan Simonsen, landsliðsvenjari, sum leygardagin var í Klaksvík, verður ikki við í ferðalagnum úr Føroyum. Saman við Juliani Johnsson fer hann mikudagin beinleiðis úr Keypmannahavn og til Prag.

Ætlanin hevur verið, at teir tríggir landsliðsmenninir í superliguni skuldu fara úr Keypmannahavn og til Prag hósmorgunin, tí tað verður spælt í superliguni mikukvøldið. Tá hittast FCK og Herfølge í Parkini í Keypmannahavn, meðan AGF spælir á heimavøllinum í Århus ímóti Esbjerg.

Ætlanirnar eru framvegis tær somu, men um tað hevði verið møguleiki fyri at broyta ferðaseðilin, so hevði verið møguleiki hjá Toda Jónsson at farið til Prag mikukvøldið. Todi Jónsson sá reytt sunnudagin, og tað vil siga, at hann verður leikbannaður og verður tískil millum áskoðararnar, tá FCK mikukvøldið fer at spæla ímóti Jákupi Mikkelsen og Herfølge.


Gongur rætta vegin

Vit søgdu í síðstu viku, at gongdin hjá FCK hevur verið meiri hugalig tær síðstu ferðirnar, og at hetta er so, varð aftur staðfest sunnudagin, tá teir á útivølli vunnu 2?1 ímóti AB, sum higartil hevur verið oddalið.

Sambært donskum fjølmiðlum var Todi Jónsson í 1. hálvleiki, sum endaði málleysur, best upplagdi FCK maðurin. Við útgangsstøðu í vinstra borði setti hann í gamla lagnum ferð eftir ferð futt í álopsspælið, og tað var bara svørt óeydna, sum gjørdi, at føroyski landsliðsmaðurin ikki kom á málskjúttaralistan. Eftir at hava sneitt fleiri spælarar av sær fleiri ferðir, hevði Todi tríggjar vandamiklar royndir ímóti málinum. Eina ferð sendi hann klokkureint í tvørtræið, og tað var tað nærmasta, sum hann kom at fáa hol á málleysa svullin, sum síðani undan summarfrítíðini bara er vaksin.

Todi sá gult seint í 1. hálvleiki, og tá hann tveir minuttir inn í 2. hálvleik var ímyndin av, at FCK menninir hava smoygt stríðshamin upp á seg, eftir at tað hevur víst seg, at úrtøkan ikki hevur verið góð, sá hann aftur gult, og so var ostaskorpan á lofti.

Átta minuttir eftir at FCK var vorðið undirmannað, stútaði Michael Mio Nielsen hornasparksinnlegg í kassan, og í 65. minutti skoraði Thomas Thorninger til 2?0. Tað restaði eitt korter, tá Chris Hermansen minkaði um munin, og so ráddi um hjá undirmannaðu FCK monnunum at halda tørn. Tað stóð nógv á, m.a. sendi AB bóltin í tríkantssamankomingina, men tað eydnaðist hjá FCK, og harvið hava teir ? fyribils í hvussu so er ? sagt botninum farvæl og kunnu líta uppeftir.


Jákup á toppinum

Dysturin millum AB og FCK var á skránni seint seinnapartin sunnudagin, eftir at hinir dystirnir í superliguni vóru liðugt spældir. Jákup Mikkelsen og Herfølge vann fyrri á degnum 2?1 á heimavøllli ímóti Viborg, sum hevur havt undanvind, og tá úrslitið í Gladsakse var staðfest, var greitt, at Herfølge er nýtt oddalið í superliguni.

? Tað er líka mikið fyri meg, um vit nú eru fremstir, næstfremstir ella á triðja plássi. Tað, sum ræður um og fer at telja er, at vit vera á odda, tá kappingin er liðug, var viðmerkingin hjá spælandi venjaranum í Herfølge, John Jensen.

At siga at Faxe er spælandi venjari, er kanska at taka í so rívan til. Hann setti seg sjálvan á vøllin, tá eitt korter var eftir, og 90 sekund seinni hevði hann sæð reyða kortið, og so ráddi um hjá Jákupi Mikkelsen og teimum at halda tætt.

Herfølge, sum fyrsta tíman var greitt omaná og hevði nógvar møguleikar, kom á odda longu í 3. minutti, og í 33. minutti øktu teir til 2?0. Bæði málini vórðu stútað, men í seinna førinum var ætlanin ikki at stúta í málið, tí tað var ein av Viborg monnunum, ið stútaði bóltin í sítt egna mál. Tað restaðu 25 minuttir, tá Alex Nørlund hjá Viborg var fyrstur á innleggi og skoraði hjá Jákupi Mikkelsen. Føroyski landsliðsmálverjin fær ? sum hann ger tað eftir hvørt umfar ? gott skoðsmál fyri avrikið.

Herfølge er tvey stig undan AB í oddastríðnum.


Óli í botninum

Hjá AGF og Óla Johannesen gongur ikki væl. Danskir fjølmiðlar vita at siga, at pengapungurin er tómur, stórfelagið í Århus er meiri ella minni í leiðsluloysi, og tað er ikki greitt, hvør skal loysa venjaran av, tá Peter Rudbæk komandi summar fer úr starvinum.

Sunnudagin var AGF í Brøndby, har heimaliðið royndi at koma yvir vónbrotið tað var fyri teir at verða sent úr Europa Cup hóskvøldið. Brøndby vann 3?0. Teir fingu hol á í 3. minutti, men tað var ikki fyrrenn í 56. minutti, at teir øktu, og so var liðugt. Síðsta málið kom, tá eitt korter var eftir. Óli Johannesen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar.

AGF stríðist m.a. við Esbjerg fyri at sleppa undan botnplássinum. Hesa ferð spældi Esbjerg ikki. Vøllurin stóð undir í vatni, og tað hevði við sær, at dysturin ímóti AaB varð avlýstur.

Vejle og OB tykjast hava fingið eitt sindur av viðráki. Dysturin teirra millum endaði 1?1, meðan Silkeborg vann 3?1 í Lyngby.