Heima á Tvøroyri aftur eru Ási og Gitte Jacobsen, eftir at tey hava verið í Danmark og fylgt spennandi hálvfinaluni, har dóttur teirra Guðrun Sólja megnaði at koma víðari í finaluna, sum verður nú fríggjakvøldið.
Tey eru heima aftur, so Guðrun fær frið at venja til stóru finaluna. Sjálvsagt kundu tey hugsað sær at verið niðri, men sum tey taka til: vit eru hjá henni alíkavæl.
Flott
Ási og Gitte Jacobsen eru bæði samd um, at dóttir teirra hevur klárað seg væl í kappingini Stjørna eitt kvøld. Flott avrik, sum tey eru stolt og fegin um.
Tó vóna og vænta tey, at hon vinnur finaluna fríggjakvøldið.
- Tað hevði verið stuttligt, tí nú hevur hon vunnið alt allan vegin ígjøgnum, sigur Gitte.
- Men vinnur hon ikki, so má tað bara vera so, og so er hon stjørna alíkavæl, staðfesta tey bæði við ein munn og leggja afturat, at tað er flott, at hon er komin so langt.
Hørð finala
Tey eru greið yvir, at finalan verður hørð. Bert tey bestu eru eftir.
Sjálvandi vildu tey helst verið hjá henni í Herning, tá finalan verður, men sum tey siga, so eru tey hjá henni alla tíðina alíkavæl.
- Beiggi Guðruna, Eyðun, fer niður, og tað fegnast Guðrun um, tí hann er henni góður stuðul. Tey hava altíð stuðlað hvør øðrum væl, siga Gitte og Ási.
Eyðun hevur verið til allar kappingarnar, uttan síðstu hálvfinaluna, men nú verður hann aftur hjástaddur.
Á stórskíggja
Foreldrini siga frá Guðrun, at hon er spent, men at hon hevur bæði beinini á jørðini. Hon er rólig av náttúr. Men nervarnir koma innan hon skal á pall.
- Og eitt sindur av nervum eigur ein at hava, tá ein fer á pall, sigur Gitte.
Tey fegnast um, at Atlantic Airways hevur verið lagaligt mótvegis teimum til mongu ferðirnar niður, men hesaferð sita tey heima, men fara tó at stórhugna sær.
- Í Tvøroyrar Klubba verður finalan víst á stórskíggja bæði í biografinum og í klubbanum, so har fara vit at fylgja við. Har er eisini hugnaligt, og tá Guðrun vann seinast, var sera nógv fólk savnað har, siga Ási og Gitte.
Guðrun er aktuell á fløgu og í sjónvarpskappingini og hetta merkir hon og eisini foreldrini heima.
- Fólk eru alla tíðina forvitin at frætta og eru annars vinarlig og stuðla, siga foreldrini bæði, meðan tey hvíla eftir ferðina niðri og samstundis fyrireika seg til spennandi finaluna í annaðkvøld.
Hóast sangurin Run to You ikki er lættur at syngja, so skilja tey valið, tí hann krevur sítt og Guðrun fær víst sínar dygdir. Og teimum dámar væl nýggju fløguna hjá dóttrini og tey fegnast um, at Guðrun hevur gott tónlistarligt bakland í Danmark í managaranum John Christoffersen, sum er góður við Guðruna. Men fríggjakvøldið eru foreldrini hjá dóttrini, um enn tey fylgja finaluni á stórskíggja á Tvøroyri.