Argentinski stjørnuáleyparin hjá FC Barcelona, Lionel Messi hevur eina ársløn, sum svarar til 257,5 miljónir krónur í okkara peningi.
Heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo fær eina ársløn frá Real Madrid, sum "bert" er 185,6 miljónir krónur í okkara peningi.
Fram til løtuna Lionel Messi skrivaði undir ein nýggjan sáttmála við FC Barcelona í november í fjør var Cristiano Ronaldo best lønti fótbóltsspælarin í Evropa, og hann vil sambært sponskum miðlum ikki finna seg í at verða verri løntur enn Lionel Messi.
Spanska blaðið, El Mundo skrivar, at Cristiano Ronaldo sá reytt tá hann frætti um nýggja sáttmálan og árslønina hjá Lionel Messi. El Mundo skrivar, at Cristiano Ronaldo heldur sín núverandi sáttmála við Real Madrid verða "mangul uppá virðing".
Sambært El Mundo hevur Cristiano Ronaldo biðið sínar ráðgevarar seta seg í samband við Real Madrid. Sambært keldum hjá El Mundo ætlar Cristiano Ronaldo at krevja eina ársløn, sum svarar til 300 miljónir krónur í okkara peningi, og so var hann aftur best lønti fótbóltsspælarin í Evropa.
El Mundo veit at siga frá fólki, sum kenna Cristiano Ronaldo væl, at tað nívur portugisan nógv, at Lionel Messi hevur ein nógv betri sáttmála enn hann. Sambært fólki, ið standa Cristiano Ronaldo nær snýr tað seg ikki um pengar, men um status. Tey tvíhalda, at "vánaliga" lønin Cristiano Ronaldo fær frá Real Madrid ávirkar avrikini hjá Cristiano Ronaldo á vøllinum ógvuliga neiliga.
Sambært portugisiska blaðnum, Record er leiðslan í Real Madrid nú klár til at taka ímóti keypsboðum frá øðrum evropeiskum stórfeløgum uppá Cristiano Ronaldo.