Vænta fult hús í kvøld

Summar Festivalurin heitar á fólk um at fáa sær armband í góðari tíð, tí tað kunnu blíva køir við inngongdina í kvøld

Í kvøld fer 13. Summarfestivalurin av Bakkastokki. Síðani fyrsti festivalurin varð hildin í 2004 hevur festivalurin voksið seg størri og størri, og í dag er festivalurin partur av summarskránni hjá mongum føroyingi.

Longu klokkan 22 í kvøld fer fyrsta stóra navnið á ársins festivali á pall, tá ið Cliff Richard, ið telist ímillum størstu poppnøvn í tónleikasøguni, fer at spæla síni vælkendu løg fyri stórari mannfjøld á Vágsbøi í Klaksvík.

Sum heild er áhugin fyri Summar Festivalinum og Cliff Richard sera stórur, og tí vænta fyrireikararnir við fullum húsi til konsert hansara í kvøld. 

Tískil heita fyriskipararnir av Festivalinum á fólk um at fáa sær armband sum skjótast. Armbond fáast í Telebúðini í Klaksvík, Norðoya Sparikassa í Klaksvík, Effo í Leirvík og á Torginum í SMS í Havn. 

Heitt verður eisini á fólk um at koma í góðari tíð á festivalin í kvøld, tí roknast kann við, at tað blíva køir við inngongdina sum kvøldið líður. Konsertin við Cliff Richard byrjar stundisliga kl 22:00, og tá skulu teir mongu festivalgestirnar hava fingið armbond og verða sloppin inn, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.