Væntar ólag á suðuroyarsiglingini í trý vikuskifti

Her er frágreiðingin upp á, hví ruðuleiki tók seg upp á suðuroyarsiglingini í gjárkvøldið

– Vit skulu vænta avbjóðingar á Suðuroyarsiglingini tey næstu trý vikuskiftini.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Løgtingið viðger eitt uppskot um at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir krónur, sum krevjast fyri at kunna gera øll arbeiðini, sum eru neyðug at gera fyri at Smyril kann lúka krøvini hjá klassanum.

Gongst sum ætlað, verður Smyril í dokk til 11. oktober, tá ið hann aftur verður settur í sigling.

Men avloysaraskipið, Prince, hevur havt eina ringa byrjan. Hann sigldi fyrsta túrin leygarmorgunin, men sunnukvøldið, tá ið nógv ferðafólk eru við, tók ruðuleiki seg upp á Krambatanga, tí yvir 100 fólk stóðu eftir, umframt einir 50 bilar.

Orsøkin er, at Prince hevur bara loyvi at føra 365 ferðafólk, og tað munar einki fríggjakvøld og sunnukvøld, sum teir teir stóru ferðingartúrarnir hjá um Suðuroyarfjørð.

Men Jørgen Niclasen ger løgtingslimum púra greitt, at tað er væntandi, at trupulleikar fara at vera hesi næstu trý vikuskiftini til Smyril er komin aftur.

Hann sigur, at Galaxy, sum áður hevur avloyst Smyril, hevði tvær góðkenningar, sum er heilt vanligt.

Galaxy var í einum einum skipaeftirliti í Pólandi, og onnur góðkenningin var til at sigla við nógvum ferðafólki og lítið av farmi, og hin góðkenningin var at sigla við nógvan farmi og lítið av ferðafólki. Og so varð skift ímillum, soleiðis sum tað hóskaði seg best hvønn einstakan túr.

Hann sigur, at Strandferðslan hevur ikki ivast í, at Prince hevði somu góðkenningar. Men Prince er í einum skipaeftirliti í Italia, og nú um vikuskiftið kemur tað fram, at hann hevur ikki somu góðkenning sum Galaxy.

Prince kann eisini hava tvær góðkenningar - men ikki ísenn, sum Galaxy hevði. Tískil er Prince góðkendur til at sigla við nógvum farmi og 365 ferðafólkum.

Jørgen Niclasen sigur, at tað ber til at flyta góðkenningina til at sigla við nógvum ferðafólki og lítið av farmi, men tað tekur einar tvær vikur at viðgera eina slíka umsókn - men í viðgerartíðini hevur Prince onga góðkenning, og kann sostatt ikki sigla yvirhøvur.

Jørgen Niclasen sigur, at ymsir møguleikar verða kannaðir. Men um tað eydnast, at útvega eitt annað skip til suðuroyarsiglingina í eini handavending, dugir hann ikki at siga. Men tað er eisini lættari sagt enn gjørt tí tað er ofta ringt veður um Suðuroyarfjørð. 

– Tí skulu vit vænta somu avbjóðingarnar hesi næstu trý vikuskiftini, sum vit høvdu hetta vikuskiftið, greiddi hann Løgtinginum frá.

Hann sigur, at mitt í viku er eingin trupulleiki, tí tá ferðast ikki so nógv fólk.