Vóru seks ímóti einum

Eftir at hava fingið eitt ófrávíkiligt krav, atkvøddu seks av sjey limum í stýrinum fyri Kommunufelag Føroya fyri at leggja Barnaverndarstovuna í Havn

Barnaverndarstova

Tað var á stýrisfundi í Kommunufelagnum tann 14. september, at Kommunufelagið góðtók at Barnaverndarstovan verður løgd í Havn- í hvussu so er fyribils.
Tað sæst á frágreiðing frá fundinum, at tað er ikki semja ímillum Kommunufelagið og Kommunusamkipanuna um, hvar Barnaverndarstovan skal vera.
Tað stendur eisini í fundarfrágreiðingini, at stýrið í Kommunufelagnum er samt um, at tað kann ikki góðtaka, at kommunalir stovnar, sum Barnaverndarstovan, verða miðsavnaðir.
Í hesum sambandi høvdu tveir borgarstjórar í Eysturoy, Rodmund Nielsen í Runavík og Sigurd Simonsen í Fuglafirði biðið um at sleppa á fund í stýrinum hjá Kommunufelagnum at umrøða Barnaverndarstovuna.
Rodmundur Nielsen er formaður í Kommunusamskipan Føroya og Sigurd Simonsen er stýrislimur.
À fundinum bjóðaðu teir skrivstovuna hjá Kommunusamskipanini í Havn fram at hýsa Barnaverndarstovuni.
Ført varð eisini fram, at tað var eitt ófrávíkiligt krav at Barnaverndarstovan skal vera í Havn.
Tað endaði við, at seks limir í stýrinum fyri Kommunufelagið atkvøddu fyri at leggja Barnaverndarstovuna í Havn og bara Jóhan Christiansen atkvøddi ímóti.
Men sáttmálin um Barnaverndarstovuna skal endurskoðast longu næsta ár og tað er í hesum sambandi, at stýrið fyri Kommunufelagið hevur mælt limakommununum til at siga sáttmálan upp, vil Kommunusamskipan Føroya ikki samráðast um at flyta Barnaverndarstovuna út á bygd.