Væl nøgd við grøðina av Sandi

Í góðveðrinum sunnudagin vitjaðu hotelkokkar og starvsfólk bæði á Miðstovugarðinum og Uttastovugarðinum í Trøðum. 

Í fleiri ár hava tey á Sandi velt nógva ymiska grøði, sum verður seld kring um landið.

Á Sandi harmast tey um, at eingin Eplafestivalur kundi haldast í heyst, men hetta hevur einki við tað at gera, at grøði trýtur. 

Tvørturímóti.

Korona hevur argað. Fyrst varð Eplafestivalurin útsettur, men nú er so endaliga avgjørt, at eingin festivalur verður í heyst.

Latið verður væl at grøðini í heyst, og Sandarfløttur er á tremur við kanska besta og burðardyggasta grønmeti ið finst.

Í góðveðrinum sunnudagin vitjaðu hotelkokkar og starvsfólk av Hotel Brandan bæði á Miðstovugarðinum og Uttastovugarðinum í Trøðum. 

Sagt verður, at gestirnir vóru sera væl nødir við framleiðsluna, tey sóu, og semja varð gjørd við báðar garðarnar um samstarv.

Nú jólamatskráirnar í høvuðsstaðnum verða skrúvaðar saman, kemur grønmeti av Sandi at hava ein týðandi leiklut.

- Tað er hugaligt við slíkum samstarvi, og partarnir fegnast um, at grøði av Sandi kann gerast ein enn størri partur av matskránni á hotellunum í Havn.

Á Sandi eru tey helst fremst í Føroyum at velta, og her kemur nógv góð grøði burturúr.

Í fleiri ár hava tey á Sandi velt nógva ymiska grøði, sum verður seld kring um landið.

Á Sandi eru tey helst fremst í Føroyum at velta, og her kemur nógv góð grøði burturúr.