Tey, sum hava sína egnu eftirløn, skulu ikki eisini hava fólkapensjón.
Tað er ein spurningur, samgongan arbeiðir við í sambandið við arbeiðið at gera eina nýggja eftirlønarskipan.
Á landsfundinum hjá Miðflokkinum í gjár varð upplýst, at í samgonguni verður arbeitt nógv við einum hugskoti um at flyta grundarupphæddina í fólkapensjónini frá teimum, sum hava góðar, privatar pensjónir, yvir til tey, sum bara hava fólkapensjón.
Hetta er ein tanki, Miðflokkurin tekur undir við, upplýstu teir tríggir politikararnir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen.
- Tað fer at merkja, at fólkapensjónin kann hækkast rættiliga fitt hjá teimum, sum ikki hava nakra aðra pensjón, siga teir.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, vísir á, at rættiliga nógvir pensjónistar, hava eisini sína privatu pensjónir.
- Eg, og nógv onnur við mær, sum hava okkara egnu eftirløn, hava ikki brúk fyri at fáa fólkapensjón eisini, sigur hann.
Men tað eru eisini nógv, sum bara hava vanliga fólkapensjón og tey kunnu so fáa eina væl betri fólkapensjón
Karsten Hansen førdi fram, at tað undarliga er, at Landsfelagið hjá pensjónistunum vil ikki góðtaka, at tey, sum eisini hava sínar egnu eftirløn, skulu missa fólkapensjónina.
Men hann heldur seg vitað, hví so er.
- Í nógv har hevur stórur partur av nevndarlimunum í Landsfelagnum hjá pensjónistunum, verið vælbjargaðir akademikarar við góðum pensjónum, men kortini vilja teir ikki av við almennu fólkapensjónina, sigur hann. |