Vænta bæði frystan og ísaðan línufisk

- Vit rokna við, at nakað verður av útróðri í næstu viku, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur.

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum. Skipini, sum fáa mest av toski og svartkalva, koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Eitt línuskip er á Føroyabanka, og eitt er norðan fyri. Skipini, sum væntandi koma inn at landa fyrst í næstu viku, fáa mest av hýsu og longu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip eisini koma inn at landa í næstu viku. Skipini hava mest av tosi og so nakað av skøtu og kalva. 

 

Vit gita, at hesi seinast nevndu eru frystilínuskipini, Klakkur og Eivind, sum byrjaðu túrin á Flemish Kap, men endaðu í føroyskum sjógvi, tí kvotan á Flemish Kap var ikki upp í fulla last.

 

Trý føroysk frystilínuskip fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap í ár. Umframt Klakk og Eivind, er eisini frystilínuskipið Jógvan I á Flemish Kap.

 

Í løtuni eru eisini onnur føroysk frystilínuskip undir Føroyum og royna.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, at streymurin verður hampiligur, og veðrið sær út til at gerast brúkiligt í vikuni.

 

- So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur, verður lagt aftrat.