Vænta ikki nógvan línufisk

- Streymurin verður harður fyrst í hesi vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi.

Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr á Íslandsrygginum og kemur neyvan inn aftur at landa hesa vikuna.

Øll hini ísfiskalínuskipini liggja.

Av frystilínuskipunum eru tvey í føroyskum sjógv. Tvey eru í Grønlandi. Annað er til fiskiskap, og hitt tekur ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum.

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tey frystilínuskip, sum eru til fiskiskap, fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður fyrst í hesi vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi.

- Vit vænta tískil ikki nógvan útróður hesa vikuna. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski. 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum á landgrunninum sum heild er smáligur.